Team Empowerment Skeið

Skapa eitt lið, sum samstarvar effektivt og ger hvønn annan sterkari - soleiðis at menning og úrslit ganga hond í hond.

Eitt sterkt toymi er ikki bert grundað á einstøku førleikarnar – tað er grundað á eina felags fatan, sum verður umsett til verk. Team Empowerment Skeiðið røkkur yvir fleiri setur, har tykkara toymi ikki bert fær innlit í einstøku styrkirnar og avbjóðingarnar hjá hvørjum øðrum, men eisini lærir at brúka hesa vitan aktivt í gerandisdegnum.

Vit arbeiða miðvíst við samlaðu styrkjunum og avbjóðingunum hjá toyminum gjøgnum TT38 Team Test, har vit kortleggja dynamikk, samstarvsmynstur og møguleikar. Við ítøkiligum toymis- og einstaklingavenjingum, hugleiðing og strategiskum tiltøkum verður innlit umsett til verk, soleiðis at samstarvið verður styrkt og toymið fær varandi eydnu.

Lykilin til eitt sterkt toymi, har innlit týðir til álítandi sambond, effektivt samstarv og varandi úrslit.

Tygara ágóði og úrslit

Við Team Empowerment Skeiðið fært tú meira enn bara eitt nýtt innlit – tú fært eina varandi broyting í mátanum, sum títt toymi samstarvar, samskiftir og avrikar. Vit tryggja, at allir toymislimir ikki bara skilja hvønn annan betur, men eisini læra at brúka styrkirnar hjá hvørjum øðrum aktivt í gerandisdegnum. Úrslitið er eitt lið, sum virkar sterkari – bæði einsæris og sum lið.

 

  • Frá innliti til handling – læring, sum livir víðari:
    Vitan ger bara mun, tá hon gerst partur av gerandisdegnum. Vit tryggja, at nýggja innlitið hjá toyminum ikki bara gerst ein teoretisk venjing, men verður umsett til konkreta atferð og áhaldandi menning. Við praktiskum venjingum og áhaldandi reflektión verður læringin forankra¨soleiðis, at hon skapar virði - bæði fyri tann einstaka og fyri toymið.
  • Optimerað samstarv og greiðir leiklutir:
    Tá øll skilja sínar egnu og hvør sínar styrkir/avbjóðingar, verður eitt nógv effektivari samstarv skapt. Vit geva toyminum ítøkilig amboð at samskifta betur, styrkja hvønn annan og arbeiða fram ímóti felags málum – sum styrkir bæði sambond, produktivitetin og arbeiðsnøgdsemi.
  • Styrkt samskifti og sálarlig trygd:
    Eitt sterkt toymi byggir á opinleika, sínámillum virðing og uppbyggjandi afturmeldingar. Við skeiðnum læra luttakararnir at samskifta effektivari, fyribyrgja misskiljingar og skapa eina samstarvsmentan, har øll trívast.
  • Langtíðar menning og varandi ávirkan:
    Skeiðið røkkur yvir fleiri sessiónir, sum tryggjar, at innlitið ikki bara er ein einkult uppliving, men er forankrað í dagliga samstarvinum hjá toyminum Við áhaldandi hugleiðing og eftirfylgjandi setum verður læran varðveitt og gerst partur av DNA’inum hjá fyritøkuni.

    Ert tú til reiðar at skapa eitt toymi, sum ikki bara samstarvar - men trívist, framførir og mennist saman?

    Fá tað innlitið og ta vitan, tit hava tørv á

    Team Empowerment Skeiðið er eitt skipað menningarskeið, sum styrkir títt toymi gjøgnum innlit og handling:

    Her kanst tú lesa meira um endamálið við Team Empowerment Skeiðið, fáa innlit í tilgongdina og síggja hvussu eitt skeið er skræddaraseymað soleiðis, at títt toymi styrkir samstarvið, samskiftir effektivt og skapar varandi úrslit.

    Endamálið við Team Empowerment Skeiðið

    Skilja samlaða talentprofilin á toyminum:
    Greina styrkir, avbjóðingar og dynamikk, soleiðis at toymið kann arbeiða miðvíst fyri at fylla út og stuðla hvørjum øðrum.

    Einstaklingafatan í toymissamanhangi:
    Skapa týdning fyri leiklutin, íkastið og menningarmøguleikarnar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki í samstarvinum.

    Frá innliti til ítøkiliga atferð:
    Venja vitan til verk, so nýggj samstarvsmynstur og sterkari sambond gerast ein natúrligur partur av gerandisdegnum.

    Varandi menning gjøgnum hugleiðing & venjingar:
    Skeiðið tryggjar, at menningin á toyminum ikki steðgar við innliti, men gerst ein integreraður partur av gerandisdegnum, har læringin verður umsett til varandi úrslit.

    Tilgongdin

    Eitt skeið, sum byggir upp innlit yvir tíð - soleiðis at samstarvið gerst sterkari fyri hvørja setu:

    • Fyrireiking & toymisgreining:
      ✔ TT38 Toymisroyndin er liðug hvør sær.
      ✔ Samlaði talentprofilurin hjá liðnum er greinaður, sum gevur eina greiða mynd av liðnum, soleiðis at vit kunnu skræddaraseyma skeiðið til tykkara lið.
    • Dagur 1 – Innlit & skil (fulldagsløta):
      ✔ Gjøgnumgongd av samlaðu styrkunum og avbjóðingunum hjá toyminum.
      ✔ Einstaklinga talentgreining í toymissamanhangi
      ✔ Miðvísar toymisvenjingar, sum skapa innlit og styrkja samstarvið
      ✔ Einstaklinga-hugleiðingaruppgáva at varðveita læringina.
    •  Dagur 2 – Frá innliti til venjing (1⁄2 dags setan):
      ✔ Eftirfylgjandi einstøku menningaruppgávunum og toymisdynamikkinum
      ✔ Praktiskar toymisvenjingar, sum venja samstarv og samskifti
      ✔ Einstaklinga-hugleiðingaruppgáva at varðveita læringina.
    • Dagur 3 – Strategisk toymisoptimering (1⁄2 dags setan):
      ✔ Eftirfylgjandi einstøku menningaruppgávunum og toymisdynamikkinum
      ✔ Strategisk toymisvenjing, sum tryggjar varandi ankring.
      ✔ Møguleiki at stilla leiklutsbýtið og uppgávur.
      ✔ Eftirmeting av læring og umsiting í gerandisdegnum.
    Tíðarkarmur og snið

    Skeiðið røkkur yvir fleiri setur fyri at tryggja djúptøkna og varandi menning:

    Tíðarkarmur:

    Fyrireiking & toymisgreining – vit savna inn talentprofilarnar hjá toyminum og skræddaraseyma skeiðið serliga til toymið
    Dagur 1 Heildags empowement tímar.
    Dagur 2 & 3 – 2 x 1⁄2 dag uppfylgjandi.
    Møguleiki fyri eyka modulum – kann lagast til menningartørvin hjá toyminum.

    Flexibilitet:

    Skeiðið er lagað til tína fyritøku og kann víðkast við fleiri modulum ella eftirfylgjandi tíðum.

    Staður

    Skeiðið er hildið fysiskt fyri at tryggja besta dynamikk og djúphugsandi dialog.

    Møguleikar fyri at halda:

    • Í fyritøkuni hjá tykkum.
    • Á neutralari grund fyri at skapa eitt miðvíst læruumhvørvi.

    Skulu vit arbeiða saman?

    Við Team Empowerment Skeiðið fært tú ikki bara eina greining av tínum toymi – tú fært eitt menningarskeið, sum umskapar innlit til handling og skapar varandi broytingar.

    Vit sameina djúptøknar toymisgreiningar við strategiskum venjingum og skræddaraseymaðari menning, soleiðis at tykkara toymi ikki bert skilir styrkir og samstarvsdynamikk hjá hvørjum øðrum, men eisini lærir at brúka tær aktivt í gerandisdegnum.

     

    Ert tú til reiðar at skapa eitt toymi, sum samskiftir greitt, samstarvar effektivt og klárar seg optimalt?