Test & Feedback
Fá innlit - skapa broytingar
Succesnøglen hjálpir fyritøkum at finna, menna og varðveita røttu talentini. Við djúphugsandi samrøðum og við yvir 1000 lidnum TT38 Talent Tests, brúka vit talentbaserað amboð og greiningar til at skapa varandi broytingar, sum styrkja bæði samstarv og leiðslu í øllum virkinum.
Ein roynd skapar ikki menning einsamøll – tað er fakliga tulkingin og miðvísa umsetingin av úrslitunum, sum ger mun.
TT38 Talent Test gevur eitt nágreiniligt innlit í einstøku styrkirnar og avbjóðingarnar. Við fakligari vegleiðing tryggja vit, at hetta innlitið gerst til miðvísar loysnir, sum skapa virði í verki.
Á Succesnøglen umseta vit úrslitini av royndini til virkisrættaðar menningarætlanir, sum skapa leiðslu og stuðla vøkstri.
- Fyri fyritøkur og toymi: Styrkja samstarvið, økja um áhugan og skapa miðvísa menning, sum tryggjar langtíðarúrslit.
- Fyri einstaklingar: Fá innlit í tínar styrkir, skapa týdning fyri tína yrkisleið og fá ítøkilig amboð til at menna tínar møguleikar.
Skil tínar styrkir,brúka tínar møguleikar og vend innlitinum til handling - tí menningin byrjar við røttu vitanini.
Tygara ágóði og úrslit
Við okkara Test & Feedback tilgongd gera vit innlit til handling, soleiðis at tú, títt toymi og tín fyritøka fáa miðvís úrslit, sum geva útvikling.
- Innlit um egin evnir
Fá eina djúpari fatan av tínum styrkum og menningarøkjum – bæði hvør sær og sum partur av toyminum – soleiðis at tit kunnu arbeiða miðvíst saman fyri at brúka allar tykkara møguleikar. - Ítøkilig amboð
Fá skræddaraseymað amboð, sum gera tað møguligt at umseta innlit til verk og styrkja menningina. - Sterkari sjálvtilvitan
Betra um samskiftið bæði hvør sær og í toyminum. Við miðvísum dialogi og hugleiðing fært tú eitt djúpari sjálvsinnlit – lykilin til persónligan og fakligan vøkstur eins og til at skapa eina mentan av sálarligum tryggleika, har øll trívast og geva sítt besta. - Optimerað leiðsla
Menna eina sterka leiðslustrategi, sum skapar greiða leiðslu, tryggjar motivatión og styrkir avrikið hjá fyritøkuni - í tráð við marknaðarkrøvini og við fokus á burðardygga eydnu.
Við royndum frá yvir 1000 royndar- og afturmeldingum sameina vit djúpt innlit við ítøkiligum amboðum, soleiðis at tú, títt toymi og tín fyritøka fáa eina miðvísa og virkisrættaða tilgongd – eitt avgerandi stig móti varandi úrslitum.
Fá tað innlitið og ta vitan, tit hava tørv á
Fá tað innlit og vitan, sum tær tørvar Her kanst tú lesa meira um endamálið við royndini, tilgongdina og hvussu ein tilgongd sær út, tá tú velur eina TT38 Talent Test við afturmeldingum frá Succesnøglen.
Tí brúka vit TT38 Talent Testen
TT38 Talent Test er eitt av teimum mest nágreiniligu og valideraðu amboðunum til at eyðmerkja styrkir og samstarvsdynamikk. Nógvu royndirnar tryggja eitt solidt dátugrundarlag, men tað eru fakliga tulkingin og miðvísu tiltøkini, sum skapa veruliga menning. Á Succesnøglen syrgja vit fyri, at úrslitini verða umsett til strategiskt innlit og ítøkiligar loysnir - lagaðar til tín serstaka tørv.
Endamálið við Test & Feedback
Finna møguleikar:
Avdúkar serstøku evnini og menningarøkini hjá leiðarum og starvsfólkum – skræddaraseymað til bæði fyritøkur og einstaklingar, sum søkja innlit í teirra førleikar
Grundarlag fyri vøkstri:
Skapar eitt gott grundarlag fyri miðvísari menning, sum styrkir bæði tann einstaka og toymið
Tilgongdin
Roynd:
Fyll út TT38 Talent Test – ein av marknaðarinnar mest nágreiniligu og valideraðu talentroyndum, sum er sett saman av 440 spurningum, sum taka uml. 20-30 minuttir at gera
Afturmelding:
Fá eina 1,5 tíma langa persónliga afturmeldingarløtu, har tíni royndarúrslit verða viðgjørd í einum fakligum og menningar fokuseranum dialogi, so tú kanst nýta allar tínar møguleikar..
Uppfylging:
30 minuttir fundur er uml. eina viku eftir afturmeldingar, har vit hugleiða um úrslitini, klára spurningar og umseta innlit til ítøkilig handling.
Tíðarkarmur og snið
Tíðarkarmur:
- Roynd: 20–30 minuttir
- Afturmeldingar: 1,5 tímar
- Eftirfylgjandi: 30 minuttir
Flexibilitet:
Skeiðið er lagað til tín tørv - við skræddaraseymaðum afturmeldingum og eftirmeting, sum tryggjar mest møguligan nyttu.
Staður
Hildið fyrst og fremst talgilt - men kann tillagast og haldast fysiskt í fyritøkuni til størri toymi.
Skulu vit arbeiða saman?
Við Test & Feedback frá Succesnøglen fært tú ikki bara eina roynd – tú fært eina miðvísa menningargongd, sum ger innlit til verk. Við djúphugsandi greining, persónligum sparring og strategiskum afturmeldingum hjálpa vit tær at skilja og aktivera tínar styrkir.
Óansæð um tú ert leiðari, starvsfólk ella ynskir at menna teg persónliga, so geva vit tær tey amboð, tú skalt hava fyri at klára teg optimalt og skapa varandi úrslit.
Ert tú til reiðar at fáa innlit og eina ítøkiliga menningarætlan
- sum umsetir vitan til varandi eydnu?


